Boðklivi

Boðklivi 5.a

Kunning 19. oktobur 2026

Føroyskt

Tá einki stendur til "heima" í vikuætlanini, ber altíð til at lesa í frílesingsbókini í uml. 15-20 min. Allir næmingar hava fingið møguleika at læna sær bók á bókasavninum og sjálvandi ber eisini altíð til at lesa frílesing afturat tí, sum tey skulu gera heima.

 V. Sóleyð

 

 

Kunning um lesing

Næmingarnir hava allir fingið bókina, sum teir lesa í lesiløtuni, heim við.

Í ár er endamálið - ein lesiuppliving.

Tað er ógvuliga gevandi fyri lesimenningina hjá næmingunum, at tit heima stuðla lesingini og vísa áhuga fyri tí, sum tey lesa og lesa saman við teimum. Práta um innihaldið í bókini og um trupul orð ella orðingar. Skrivið í blaðið, sum er við bókini.

Lesivikan heldur fram í komandi viku og tað er sera umráðandi, at bókin kemur við aftur í skúlan hvønn dag.

Tey, sum ikki eru liðug við bókina fríggjadagin áðrenn heystfrítíðina, kunna læna hana heim við og lesa í heystfrítíðini. Men bókin Fornt, skal latast inn í seinasta lagi fríggjadagin 9. oktobur.

Góðan lesihug og minnist til bókina!

V. Sóleyð

 

 

 

Kong Midas 1.pdf

 

Diktat til 2. september

15.juni 2026

 

Góðu tit

Eg fari at takka fyri meg sum flokslærari í flokkinum. Eg havi nógv gott og stuttligt at minnast aftur á saman við næmingunum. Tykkum foreldrum takki eg fyri gott samstarv. Við heilsanini, sum næmingarnir hava fingið í postmappuna, ynski eg tykkum øllum, enn einaferð, eina góða summarfrítíð og alt tað besta.

Blíðar heilsur Karin

5.januar 2026

 

Góðu foreldur

Næmingar hava fingið teldur at brúka í samband við undirvísingina í skúlanum. Hvør einstakur næmingur hevur sína egnu teldu við egnum brúkaranavni og loynitali. Næmingurin hevur ábyrgd av at ansa væl eftir telduni. Teldan verður bert nýtt í skúlanum. Tað verður soleiðis, at næmingarnir fara at fáa skúlating á alnótini og møguliga skulu teir tá, brúka brúkaranavn og loynital at koma inn á ymsu heimasíðurnar. Í flokkinum hevur kt-vørurin verið og kunnað um, hvussu næmingarnir handfara teldurnar, tá ið arbeitt verður. Hann minti næmingarnar á prátið við SSP í samband við brúk av teldu. 

Vinarliga heilsan Karin