Boðklivi

Ein vinarlig áminning um at geva 200,- til klassakassan. Havi móttikið fleiri. Takki fyri tað. Men enn mangla nøkur.


 
Spælibólkar 2.b 
Góðu foreldur, 
Takk fyri góða uppmøting til felagsforeldrafundin. Til fundin varð m.a. tosað um Betri vinir og spælibólkar. Her í Hoyvíkar skúla leggja vit stóran dent á, at næmingarnir trívast í skúlanum. Børn hava tørv á góðum vinum fyri at trívast og mennast. Tá ið børn trívast, læra tey betri. Sum liður í at skapa trivnað og at fyribyrgja happing hava vit skipa fyri spælibólkum í 2. flokki. 
Vit havi gjørt bólkarnar og sett eitt tíðspunkt (vikur) til hvønn bólk. Vit heita á tykkum um at halda hetta sum útgangsstøði. Um ikki liggur fyri at hava bólkin til ásettu tíð, eru tað foreldrini sjálvi, sum mugu finna eina aðra loysn – t.d. býta um við onkran annan í flokkinum, so at bólkurin ikki steðgar upp. 
Endamálið við spælibólkunum er, at næmingarnir læra hvønn annan betur at kenna og fáa møguleika at vera saman við nøkrum, sum teir ikki vanliga eru saman við. Hetta styrkir felagsskapin og er fyribyrgjandi ímóti happing. Somuleiðis er tað eitt gott høvi hjá foreldrum at møtast og læra hvønn annan at kenna.  
Ætlanin er ikki, at spælibólkurin skal vera eitt stórt tiltak, sum t.d. bowling ella bio. Heldur eiga børnini at uppliva ein vanligan og hugnaligan dag saman. Hetta kann t.d. vera at spæla borðspøl, baka, tekna, spæla úti ella okkurt annað, ið hóskar til. Tað er tann, ið hýsir bólkinum, sum avger, hvat tey gera saman. 
- Skíggjar (playstation, sjónvarp, teldlar o.t.) skulu ikki vera partur av spælibólkunum. 
-  Foreldrini skulu vera heima og tryggja, at øll trívast og eru við í spælinum. 
-  Tað er gott, um foreldrini støkka inn á gólvið til ein kaffimunn, tá børnini verða heintað – tað styrkir eisini samstarvið tykkara millum. 
Vit gleða okkum at fara í gongd við hetta átak og vóna, at tit taka undir við tí. Vit fara javnan at spyrja, hvussu tað gongur, fyri at stuðla undir, at tiltakið livir og riggar. 
Bl.h. 
Hilda og Eva 

Fríggjadagar fara vit at skifta sitipláss. Hettar fyrstu ferð 18.09.2026