Boðklivi
Boðklivi 6.a
Góðu foreldur,
Í ár fara vit at hava jólakalendara í 6.a.
Hvør næmingur skal hava eina innpakkaða gávu við til kalendaran. Virðið á gávuni skal vera umleið 70kr, og gávan má hóska seg til bæði gentur og dreingir. (Tað kann m.a vera okkurt leskiligt, kreativt tilfar, skriviamboð, spøl ella annað).
Endamálið er, at øll fáa ein pakka hvør áðrenn vit fara í jólaferiu.
Pakkarnir skulu latast inn í seinasta lagi mánadagin 30. novembur.
Vinarliga latið pakkan vera innpakkaðan og uttan navn.
Vit gleða okkum til ein hugnaligan desembur saman við næmingunum.
Vinarliga,
Rakul Hentze
Seturskúli
H og L Bólkar skúlaári 2026/27