Boðklivi

 

 

 

Føroyskt

Fríggjadagin vóru vit á bókasavninum, har øll valdu sær hvør sína bók. Bókin skal vera heima, skal ikki við í skúla aftur enn, men verður lisin heima. Pappír til bókaummæli fáa tey komandi viku. Vit leggja vantandi framm vikuna eftir heystferiuna.

 

 

 

 

Góðu foreldur

Eg havi upprættað ein brúkara fyri allar næmingar á Emat.dk

Emat er ein undirvísingarportalur, sum verður brúktur til rokning. Eg skilji tey foreldur væl, sum ikki ynskja at teirra børn brúka teldu heima, men tað er íhvørtfall ein møguleiki. Vit hava loyst uppgávu í felag í skúlanum og tey sótu spent við blýant og kladdupappír. Tey settu stykkini upp og komu fram til úrslitið :)

Adressan er:

1. www.emat.dk

2. Log in á høgri síðu

3. Vis sendte opgaver.

Um tit ynskja meiri upplýsingar eru tit vælkomin at venda tykkum til mín