Lærugreinar
Lærugreinar og bøkur 9.b
Føroyskt: 1.Við støði í tekstinum, lýs Elina og hennara gerandisdag
2. Hvussu skilja tit orðið mammuandlit ?
3. Hví øsir Elin seg, tá hon tosar við leiðaran í vøggustovuni?
4. Er Elin ein vánalig mamma ?
a. Hví / hví ikki
5. Tvær ferðir sigur hon:“ PROBLEM.....eg loysi tað í morgin.“ Hví skal hon bíða til í morgin at loysa tað?
6. Hvønn leiklut hevur mamma Elina ?
7. Hvussu eru viðurskiftini millum ymsu leiklutirnar?
8. Hvat er ein ”fasada”, og hví klárar Elin ikki at halda ”fasaduni”, tá ið mamma hennara er hjá henni ?
9. Hvat er ein ”uppbyggilig niðurbróting” ?
10. Hví sigur Elin við mammu sína:“ Eg livi tín dreym.“ Hvat sipar hon til ?
11. Hvørjum tráðar Elin eftir? Hvat er umráðandi í lívið hennara ?
12. Hvussu við Pálli? Hví er hann ikki nevndur í tekstabrotinum ?
13. Hvat meinast við ”men Utopia tørnaði út sum ein marra”
14. Vit fáa at vita í tekstinum, at 80% av føroysku kvinnunum arbeiða úti. Hvørjir fyrimunir/vansar eru í tí?
15. Størri disiplin verður kravd í skúlunum, men lærarar síggja seg ikki førar fyri at røkja uppgávuna sum uppalarar, samstundis sum teir skulu undirvísa. Hvar er markið, hvørjar uppgávur skúlin skal røkja, og hvørjar uppgávur familjan skal røkja? Hevur javnmstøða ein prís ? Hví/hví ikki? Hvør fær rokningina fyri javnstøðu ?
16. Hvussu við pápunum ?
17. ìmynda tær at tú er familjuráðgevi, og Elin er komin til tín, tí at henni tørvar uppskot til broytingar og góð ráð. Tú má hava hennara krøv og tørv í huga. Hvørji uppskot hevur tú til broytingar, so at øll í familjuni fáa ein góðan og jaligan gerandisdag?
Støddfrøði:
Danskt
Enskt:
Kristni
Søga/samtíð:
Alisfrøði:
Lívfrøði:
Landafrøði:
Ítróttur
Handaverk og list