Tíðindi

Føstulávintsmánadagur í Hoyvíkar skúla

17/02-2026

Føstulávintsmánadag markera vit inngongdina til føstuna. Tá sláa vit tað illa úr tunnuni og fylla okkum við góðum, áðrenn føstan byrjar. Soleiðis var eisini í Hoyvíkar skúla.

Nú dansitíðin endar, slóu vit ring í fimleikarhøllini og dansaðu føroyskan dans. Nykursvísa og Brestiskvæði, umframt aðrar barnavísur, rungaðu í fimleikarhøllini.

Síðani fóru næmingarnir í flokkarnar at sláa tunnu. Spenningurin var stórur, meðan sligið varð, og øll bíðaðu spent eftir at vita, hvør fór at gerast kattakongur.

Dagurin endaði við, at kattakongarnir vórðu heiðraðir, og ársins grýluflokkur – tann við flest og best grýlum – varð kosin. Í ár vann Víkin 3.
Vit ynskja kattakongunum og grýluflokkinum hjartaliga tillukku.

Fleiri myndir frá føstulávintsmánadegi eru her: https://hoy.fo/394

 

10.06.2026
Felagsgongutúrur eftir Skipagøtu
21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027
20.05.2026
4.b á Sjósavninum
19.05.2026
5.b á virkisvitjan í MBM
13.05.2026
9.flokkarnir endaðu við manér
08.05.2026
Umhvørvisvikan