Tíðindi

Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027

21/05-2026

Vit leita eftir tær, sum trívist í einum fakliga sterkum skúla, har eisini er rúm fyri nýggjum hugskotum og initiativum

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2026:

  • 1 fast lærarastarv
  • 3 tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal, avlopstímar og undirvísing í føroyskum sum annaðmál
  • 4 farloyvisstørv
  • 1. námsfrøðiligur stuðul, 15. tímar um vikuna


Endaliga tímatalið til tíðaravmarkaðu lærarastørvini vegna lækkað tímatal, avlopstímar og undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2026.

Í Hoyvíkar skúla hava vit eitt fakliga sterkt og skipað starvsfólkatoymi, har dentur verður lagdur á góðan trivnað, greiða floksleiðslu og fakliga menning hjá næmingunum. Vit arbeiða miðvíst við lesi- og støddfrøðiligari vegleiðing frá tí at næmingarnir byrja í skúla, og leggja dent á væl skipaða og gevandi undirvísing gjøgnum alla skúlagongdina.

Samstundis vilja vit framhaldandi menna skúlan og skapa rúm fyri nýggjum hugskotum og virksemi og samstarvi. Tí sóknast vit eftir hugskotsríkum og virkisfúsum lærarum, sum trívast í einum skipaðum og fakliga sterkum arbeiðsumhvørvi, og sum framhaldandi vilja vera við til at menna og mynda skúlan.

Vit sóknast eftir lærarum til allar deildir við linjugreinalestri í føroyskum, støddfrøði, donskum, enskum, tónleiki, handarbeiði, myndlist, rørslulæru til dreingir, alis/evnafrøði. Umframt tørvar okkum lærara at átaka sær FSA.


Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari.

Harafturat verður hetta starv lýst leyst at seta í serskúlatilboðnum, Víkini, frá 1. august 2026:

 

  • 1 tíðaravmarkað lærarastarv. Setanarbrotið er 0,75 svarandi til 1350 árstímar.


Vit sóknast eftir lærara, at undirvísa í støddfrøði, og sum verður partur av sjálvstýrandi toyminum í serskúlatilboðnum. Í serskúlatilboðnum í Hoyvíkar skúla eru 16 næmingar í 1. – 9. flokki.


Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina og skúladagin hjá næmingunum í samstarvi og samráði við sjálvstýrandi toymið í serskúlatilboðnum. Arbeitt verður út frá einstaklingalæruætlanum, har hvør skúladagur er skipaður við atliti til menningina hjá einstaka næminginum. Uppgávan fevnir eisini um at integrera næmingar í serskúlatilboðnum í skúlaflokkarnar í Hoyvíkar skúla.


Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari. Tað kann vera ein fyrimunur at hava starvsroyndir við børnum við autismu ella líknandi avbjóðingum.


Tey, ið sett verða, bæði í Hoyvikar skúla og í Víkini skulu:

  • vera stundislig og nærløgd
  • vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum
  • vera við til áhaldandi at menna skúlan og felagsskapin

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.


Størvini sum lærarar verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.


Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin, 4.juni 2026 kl. 16:00


Umsóknin skal stílast til:

Hoyvíkar skúli
Att.: Anna Maria Reinert Jensen                                                                                                                                Postboks 3073                                                                                                                                                                      FO-110 Tórshavn 


Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: anna.maria.jensen@skulin.fo


Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Onnu Mariu Reinert Jensen, stjóra, á telefon 290069.

21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027
20.05.2026
4.b á Sjósavninum
19.05.2026
5.b á virkisvitjan í MBM
13.05.2026
9.flokkarnir endaðu við manér
08.05.2026
Umhvørvisvikan
08.05.2026
9.flokkarnir hava sett sín dám á alla vikuna