Tíðindi
Evnisvikan 2026
Tjóðskapir í Hoyvíkar skúla
Hesa vikuna hava vit havt evnisviku í Hoyvíkar skúla. Evnið í ár var "tjóðskapir í Hoyvíkar skúla." Í teimum flestu flokkunum í Hoyvíkar skúla er onkur, ið eisini hevur uppruna úr øðrum landi, og hetta valdu vit at varpa ljós á hesa vikuna. Hvør flokkur valdi sær eitt land at arbeiða við, har annar tjóðskapur enn tann føroyski er umboðaður, og hava so hesa vikuna arbeitt við at innrætta skúlastovuna til tað landið, sum tey valdu. Í onkrum flokki er eingin annar tjóðskapur enn tann føroyski umboðaður, og tey valdu sær so eitt land at arbeiða við. Í dag fingu allir næmingar útflýggjað eitt pass, sum teir skuldu brúka, tá teir fóru at ferðast í hesi ymisku londini, so í dag hava vit verið í:
Filipsoyggjunum, Skotlandi, Brasilia, Togo, Póllandi, Gana, Nigeria, Galápagos, Danmark, Sri Lanka, Grønlandi, Meksiko og Grikkalandi.
Í Hoyvíkar skúla hava vit næmingar og starvsfólk, ið umboða eini 15 - 20 ymiskar tjóðskapir, so vit fingu ikki møguleikan at arbeiða við øllum hesa ferð, men á heimskortinum, sum hongur í Stóra skúla hava vit eyðmerkt øll londini, sum eru umboðað í Hoyvíkar skúla.
Fleiri myndir av, hvussu skúlastovurnar eru prýddar síggjast í myndarøðini her:
https://hoy.fo/394