Tíðindi

9.a námsferð í Keypmannahavn

12/03-2026

Mánamorgunin, 9. mars fór 9.a til Keypmannahavnar á námsferð. Í Keypmannahavn hava tey sæð og upplivað eina rúgvu av tí, sum býurin hevur at bjóða. Umframt at vitja áhugaverd støð, sum t.d. Museum og Illusions, Den blå planet, Eksperimentariet, Den lille havfrue, Amalienborg, kanalrundfart og annað, var ein partur av túrinum eisini at síggja søguligar bygningar í Keypmannahavn og leggja fram um teir. Hetta var gjørt við serligum støði í Christian 4, og í tí sambandinum løgdu næmingarnir fram um Rosenborg slot, (Kongens Have), Regensen, Trinitatis kirkjuna, Runda torn, Christiansborg og Børsen. Næmingarnir lata sera væl at túrinum og siga, at tað besta við túrinum hevur verið at verið saman. Vit ynskja teimum góða heimferð og gleða okkum at hava tey aftur í skúlanum mánadagin

Fleiri myndir av túrinum síggjast her:

https://hoy.fo/394

10.06.2026
Felagsgongutúrur eftir Skipagøtu
21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027
20.05.2026
4.b á Sjósavninum
19.05.2026
5.b á virkisvitjan í MBM
13.05.2026
9.flokkarnir endaðu við manér
08.05.2026
Umhvørvisvikan