Boðklivi
Boðklivi 1.a
Kunning í sambandi við lesing
Góðu foreldur
Børnini hava nú lært bókstavarnar á,l,s,í og ó og fáa nú lesibókina "Sólin sá lás í á" heim við. Lesibókin liggur í einum lesilumma í taskuni. Tit skulu royna at lesa hvønn dag við barninum í eini 10 min. Eisini tá tað ikki stendur í vikuætlanini. Hvør síða í bókini skal lesast tvær ferðir. Minnist til at peika undir orðini, tá ið tit lesa.
Tit seta dato ( t.d. 30/9) í lesikortið, tá ið barnið hevur lisið bókina eina ferð o.s.v.Tá ið øll bókin er lisin tríggjar ferðir, skal barnið geva læraranum bókina, og barnið fær eina nýggja bók.
Lesilummin skal altíð liggja í skúlataskuni.
Góð ráð, tá ið lisið verður:
Spyr um bókstavar: "Kennir tú hendan bókstavin?" "Hvussu ljóðar hann?" Sig síðan, at barnið skal seta bókstav og ljóð saman t.d :"l - á- s."
Tað er gott at endurtaka orðið, tá ið barnið hevur lisið tað t.d. "Ja, har stendur lás."
Hugsið um at rósa og gera tað til eina hugnaliga løtu.