Boðklivi

Boðklivi 1.b

Leiðreglur fyri flokkin

Til SSP-fundin, sum var tann 22. oktobur, hava foreldur í 1.b gjørt hesar felags leiðreglurnar fyri flokkin:

  • Ongin snildtelefon til og við 9. flokk
  • Ongir sosialir miðlar til og við 9. flokk
  • Skíggjafríir føðingardagar
  • Foreldur tosa meira saman
  • Øll taka lut í spælibólkum (flokslærarar gera bólkar og leggja lag á)

Kunning í sambandi við lesing - 30/9-26

Góðu foreldur

Børnini hava nú lært bókstavarnar A, L, S, Í og Ó og fáa nú lesibókina "Sólin sá lás í á" heim við. Lesibókin liggur í einum lesilumma í taskuni. Tit skulu royna at lesa hvønn dag við barninum í eini 5-10 min. Eisini tá tað ikki stendur á vikuætlanini. Hvør síða í bókini skal lesast tvær ferðir. Minnist til at peika undir orðini, tá tit lesa.

Tit skriva dagfesting (t.d. 30/9) á lesipappírið, tá ið barnið hevur lisið alla bókina einaferð. Tá ið bókin er lisin tríggjar ferðir, fær barnið ta næstu bókina í røðini. 

Lesilummin skal altíð liggja í skúlataskuni.

Góð ráð, tá ið lisið verður:

Spyr um bókstavir: "Kennir tú hendan bókstavin?", "Hvussu ljóðar hann?". Bið so barnið seta bókstavaljóðini saman, t.d. "l - á - s". 

Tað er gott at endurtaka orðið, tá barnið hevur lisið tað, t.d. "Ja, har stendur lás".

Hugsa um at rósa og gera tað til eina hugnaliga løtu.

Góðan lesihug :-)

Nýggjur næmingur

Mikudagin 23. septembur byrjar ein nýggjur drongur í 1.b. Juan Lucas er úr Filipsoyggjunum. Vit ynskja honum vælkomnan í 1. flokk. 

Foreldraviðtalur skúlaárið 26/27

Trýst á bláa leinkið fyri at síggja kunning um viðtalurnar. 

Foreldraviðtalur heystið 2026.docx

Kunning um spælibólkar

  • Tað er av týdningi, at øll foreldur og børn luttaka. Hava foreldur ikki møguleika at bjóða heim, er møguligt at læna høli á skúlanum. Vendið tykkum til flokslærararnar í tí føri. Tá veðrið er til tað, er eisini gott høvi at finna sær eitt spælipláss og taka drekkamunnin út við.
  • Flokslærarnir bólka næmingarnar eftir sosialu relatiónunum. Flokslærararnir seta 5 børn saman, sum í skúlanum ikki sýnast at hava so nógv við hvørt annað at gera. Hetta kemur sjálvsagt at broytast eftir, at bólkarnir eru broyttir nakrar ferðir.
  • Tað er ein meginregla, at børnini skulu vera saman um gerandisting. Tað vil siga, at børnini skulu ikki í biograf, út at bowla ella líknandi. Elektroniskir miðlar so sum sjónvarp, snildtelefonir, teldur o.a. skulu ei heldur nýtast. Ætlanin er ikki, at børnini koma til búgvið borð, men ístaðin kann ein frukt ella eitt breyðstykki verða nóg mikið, um børnini eru svong. 
  • Foreldrini, sum bjóða heim, avtala við hini foreldrini, hvussu tey skipa heimavitjanirnar, tvs. nær byrjar og endar vitjanin (2 tímar er væl hóskandi), hvussu við flutningi frá skúla/frítíðarskúla o.a. Tað ber til at skriva út á floksbólkin á Facebook ella á Messenger nakrar dagar frammanundan.
  • Um eitt barn er sjúkt ella er forðað at koma í spælibólk, er umráðandi at boða vertunum frá.
  • Tá børnini verða heintað, er tað av týdningi, at foreldrini geva sær stundir til ein lítlan drekkamunn, so børnini síggja foreldrini práta saman. Ætlanin er tó ikki, at vertinir skulu gera nakað hóvasták burturúr, og hóast ein hevur yvirskot til heimabakstur o.a., so verður mælt frá at gera tað, so tað ikki kennist sum eitt trýst fyri tey, sum ikki hava tíð ella orku.
  • Tað er umráðandi, at prátið millum foreldrini er jaligt. Hetta er bæði galdandi, tá talan er um onnur foreldur í flokkinum, næmingar og lærarar.  

Vinaliga lesið um týdningin av spælibólkum niðanfyri: