Eldri myndir
Hvørjum lurta næmingarnir so hugagóðir eftir?
Mánadagin kom Oddvør Johansen og segði frá, hvussu hon sum 12 ára gomul upplivdi sólarmyrking. Týsdagin var tað Petur Hans Dahl, sum greiddi frá m.ø. stjørnuhimmalinum og navigatión. Og mikudagin var tað Mikkjal Mikkelsen, sum segði okkum frá um jørðina og eitt nú hvussu hon verður ávirkað av mánanum. Seinni mikudagin var tað Rógvi Dam, sum undirhelt við leikinum Slóknar sólin? Alt var sera áhugavert! Og Rógvi var sera stuttligur! Her eru nakrar myndir...