Tíðindi

Nærveruvika

24/10-2025

Komandi viku hava vit nærveruviku. Tá varpa vit ljós á samveru uttan skíggjanýtslu. Hesa vikuna er ikki loyvt at hava snildfon við í skúla. Í hesum sambandi hava allir flokkar fingið spøl.

Snildfonin kann nógv snilt, men hon hevur tíverri eisini nógvar keðiligar avleiðingar við sær. Sambært kanning hjá spyr.fo eru heili 73% av føroyingum bundnir av skíggjum. Tí skipar Betri Trygging fyri Nærveruviku, har vit leggja snildfonirnar til viks, og koma hvørjum øðrum við.

10.000 næmingar í Føroyum eru við í átakinum.

Vit gleða okkum til at spæla telefonina burtur við pakkanum, sum vit hava fingið frá Betri Trygging og Fólkaheilsustýrinum.

 

Meira kunning um nærveruvikuna fæst her.

13.05.2026
9.flokkarnir endaðu við manér
08.05.2026
Umhvørvisvikan
08.05.2026
9.flokkarnir hava sett sín dám á alla vikuna
30.04.2026
8.b námsferð í Albir
29.04.2026
Gott mikuskifti
25.04.2026
Góðan flaggdag