Tíðindi
Góðan flaggdag
25/04-2026
Í dag hátíðarhalda vit Merkið. Merkið varð gjørt í 1919 og góðkent sum føroyskt flagg í 1940. Tað er eitt tekin um samleika, søgu og samanhald hjá føroyingum.
Í skúlanum hava vit arbeitt við Merkinum alla vikuna.
Næmingarnir hava m.a. lært, hvør hevur gjørt tað, nær tað varð tikið í nýtslu, og hví - kanska børnini nú kunnu siga tykkum okkurt nýtt um okkara flagg. Teir hava eisini hugagóðir verið á postarenning, har teir hava svarað spurningum um Merkið og flaggdagin.
Til morgunsang fríggjamorgunin, sungu vit sjálvandi flaggsangin, og drógu lut millum øll røtt svar í postarenningini. Vinnarin fekk eina flaggdagskurv.
Vit takka fyri góða luttøku og ynskja Sjúrði Danielsen hjartaliga tillukku við vinninginum.
Góðan flaggdag, øll somul!
05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika
12.06.2026
Prógvhandanin í 9.flokki
10.06.2026
Felagsgongutúrur eftir Skipagøtu
21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027