Tíðindi
Støddfrøðivikan 2026
Støddfrøðivikan er av á hesum sinni, og hon hevur eydnast væl. Vit hava serliga lagt dent á hagfrøði hesa vikuna, og tað er ymiskt, hvussu flokkarnir hvør í sínum lagi hava arbeitt við hagfrøði hesa vikuna.
Nakrar felagsuppgávur hava verið fyri allan skúlan, og næmingarnir hava gingið so hugagóðir runt og kanna, hvussu nógv ár starvsfólki í skúlanum eru tilsamans, hvussu nógvir næmingar í skúlanum byrja við "H" og hvussu nógv lego var í akvariinum, sum hevur staðið í pyramiduhøllini. Svarini hjá næmingunum blivu løgd í ein kassa, og næmingarnir, sum vóru tættast við rætta svarið fingu ein lítlan vinning.
Felagsuppgávan fyri allar flokkarnar var at rokna seg fram til úrslitið 67. Tey svarini vóru, sum vera man, ógvuliga ymisk.
Legobýurin "Hagvík" hevur eisini staðið í skúlanum, og flokkarnir hava loyst støddfrøðiuppgávur, sum hoyra til Hagvík.
Ein lærurík vika farin afturum, og vit gleða okkum longu til støddfrøðivikuna næsta skúlaár