Tíðindi

Kom og hjálp okkum at týna skøru!

28/08-2026

Í komandi viku er evnisvika í Hoyvíkar skúla, og evnið í ár er útilív. Nógv spennandi er á skránni, og í miðdeild fara vit millum annað at gera skúlagarðin enn betri við at mála spøl á asfaltið, planta í plantukassarnar, og týna skøru í nærumhvørvinum.

Ein týðandi partur av evnisvikuni er at læra næmingarnar um trivna, náttúru og tað at taka ábyrgd og hjálpa til í sínum nærumhvørvi.

Sum grannar okkara kanska hava lagt til merkis, veksur nógv skøra rundan um skúlan, serliga omanfyri skúlan. Skøran breiðir seg skjótt og troðkar føroyska plantulívið burtur. Tí fara nógvir av flokkunum at taka lut í skørutýningini.

Men skøra hevur djúpar røtur og kann vera tung hjá barnahondum at fáa upp. Tí hava vit brúk fyri tykkara hjálp.

Vit bjóða øllum, sum hava hug og tíð, mammum, pápum, ommum, abbum, gummum, gubbum, grannum og øllum øðrum náttúruvinum at koma og taka eitt tak saman við okkum.

Mánamorgunin kl. 8.00 byrja vit við einum stuttum uppleggi frá Brennu McCormick, býargartnara, sum fer at vísa okkum, hvussu vit best bera okkum at. Síðani fara vit út at arbeiða.

Hevur tú ein spaka og eina løtu at geva?
So kom og hjálp okkum! Tær nýtist ikki at vera við allan morgunin - allar løtur gera mun.

Vit syrgja sjálvandi fyri einum góðum kaffimunni og onkrum góðum afturvið :)

28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!
12.08.2026
Vælkomin í 1. flokk!
05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika
12.06.2026
Prógvhandanin í 9.flokki