Skúlaárið 2016/17
Føstulávintsmánadagur 2017
Mánadagin 27. februar 2017 varð skipað fyri føstulávintshaldi í Hoyvíkar skúla.
Vit slóu tunnu og heiðraðu kattakongunum umframt at velja ársins grýlu í hvørjum árgangi og millum lærararnar. Eisini var farið upp á gólv.
Næmingarnir fingu sjálvandi okkurt gott, áðrenn skúladagurin var liðugur.
Samanumtikið høvdu vit ein góðan, hugnaligan og stuttligan førstulávintsmánadag. Myndirnar tala fyri seg...