Tíðindi

6. flokkarnir á floti

04/09-2024


Fríggjadagin, 30. august og mánadagin, 2. sep. vóru okkara 6. flokkar, eins og undanfarin ár, á floti við Westward Ho. 

Tað er vorðin fastur táttur, at 6. flokkarnir í kommununi sleppa ein fiskitúr við sluppuni Westward Ho, og eins og undanfarin ár er tilboðið skipað sum ein fiskikapping, sum samstundis gevur lærarum tilfar til lærugreinirnar Heimkunnleiki og Náttúra & tøkni.

Tað var ymiskt, hvussu tað hilnaðist hjá flokkunum báðum, men flokkarnir høvdu ein góðan túr, og næmingarnir vóru raskir og fyrimyndarligir. 

Størsti fiskurin vigaði 5 kg. 

 

09.10.2026
3. 4. og 5. flokkanir hava flett
02.10.2026
6.flokkarnir á vísindavøku
29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!