Tíðindi

Liam Lorentzen vann bókajólatræskappingina

19/12-2024

Vit hava havt eina jólakapping koyrandi í desember mánað, har næmingarnir hava skulað gitt, hvussu nógvar bøkur vóru í okkara bókajólatræið, sum hevur staðið so vakurt á bókasavninum. Mánadagin tóku tríggir dreingir í 5. flokki bókajólatræið niður og taldu, hvussu nógvar bøkur vórðu brúktar til bókajólatræið. Talið varð 588 bøkur, og Liam L. í 6.a hevði gitt, at 580 bøkur vórðu brúkar. Hann var tann, sum hevði gitt tað tættasta talið og fekk í morgun vinningin handaðan til morgunsangin. Hjartaliga til lukku, Liam

29.09.2026
Altjóða læraradagur
25.09.2026
Ársins spælilið
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!
12.08.2026
Vælkomin í 1. flokk!
05.08.2026
Væl afturkomin í skúla