Tíðindi

7.a vann Tryggari internetdagur 2025

04/03-2025

Okkara 7.a vann kappingina "Tryggari internetdagur" 2025. SSP sigur soleiðis um vinnandi filmin:

Flokkurin hevur framleitt ein stuttfilm, ið lýsir:


- Fyrimunir og vansar við talgildum bólkum á netinum.
- Trends, ið kunnu verða vandamiklar og enda sum ólóglig myndadeiling og barnaporno.
- Lokking og hvussu vitlíki í hesum sambandi kann hugsast at broyta rødd og samleika á sosialum miðlum.
Filmurin hugbindur hyggjaran við sínum kreativum máta at lýsa vanligar støður hjá ungum á netinum og hvussu skjótt hesar kunnu verða vandamiklar við vinarumbøn, álitsbyggjandi orðum og følskum samleika, ið eru viðkomandi og umráðandi at fyribyrgja í løtuni.

Vinningurin var ein kekkur á 20.000kr.


Filmurin kemur út í næstum.


Vit ynskja 7.a í Hoyvíkar skúla hjartaliga til lukku við avrikinum.

09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!
12.08.2026
Vælkomin í 1. flokk!
05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika