Tíðindi

6. flokkarnir í Hoyvíkar skúla tømdu Nólsoyarfjør

20/08-2025

Mánadagin og týsdagin vóru okkara 6. flokkar við sluppuni Westward Ho til árligu fiskikappingina, sum er millum 6. flokkar í Tórshavnar kommunu. Veðrið vísti seg frá síni allar bestu síðu báðar dagarnar, og báðir flokkarnir lata sera væl at túrinum. Tilsamans fingu okkara 6. flokkar ikki færri enn 178 fiskar hesar báðar dagarnar, so sigast má, at lítið er eftir til hini at fiska. Vit gleða okkum til endaliga úrslitið fyriliggur, og vit fáa at vita, um nakar annar flokkur fær fleiri enn vit. Livst so spyrt

13.05.2026
9.flokkarnir endaðu við manér
08.05.2026
Umhvørvisvikan
08.05.2026
9.flokkarnir hava sett sín dám á alla vikuna
30.04.2026
8.b námsferð í Albir
29.04.2026
Gott mikuskifti
25.04.2026
Góðan flaggdag