Tíðindi
Lesiløta í 2. flokki
11/02-2026
Áðrenn vit fóru í vetrarferiu, høvdu næmingarnir í 2. flokki eina heilt serliga lesiløtu. Ljósið varð sløkt, gardinurnar drignar fyri, og í flokshølunum var ein serliga hugnaligur dámur.
Undir borðum og mjúkum teppisátum lógu børn við lummalyktum og bókum og hugnaðu sær.
Summi lósu í friði og náðum fyri seg sjálv, meðan onnur skiftust um at lesa hvør fyri øðrum. Har var rúm fyri friði, forvitni og góðum lesihugna. Slíkar løtur, har lesigleðin fær pláss, eru sanniliga gull verdar.
Vit í Hoyvíkar skúla ynskja øllum eina góða vetrarferiu. Vit gleða okkum at síggja næmingarnar aftur til føstulávintshaldið mánadagin. Dagurin byrjar kl. 8.45, men næmingar eru vælkomnir at møta frá kl. 8.00.
26.03.2026
Valfepur
12.03.2026
9.a námsferð í Keypmannahavn
10.03.2026
5.b gjørdi sandverur
03.03.2026
9. flokkarnir hava verið í starvslæru
20.02.2026
Evnisvikan 2026
17.02.2026
Føstulávintsmánadagur í Hoyvíkar skúla