Tíðindi

Listaleypurin á vitjan

12/09-2025

"Sum hatta var stuttligt!" segði ein næmingur, í tí, hann gekk framvið skrivstovuni, eftir at hava sæð SkíggjaEg: Ein sterk og rørandi dansiframsýning um árinini skíggjar hava á okkum

Í sambandi við Listaleypin, sum ger list atkomuliga fyri næmingar kring alt landið, fekk Hoyvíkar skúli vitjan av framsýningini SkíggjaEg - ein dansiframsýning, ið varpar ljós á stóra leiklutin, skíggjar spæla í gerandisdegnum hjá okkum, og ikki minst, hvussu teir ávirka okkara samband við hvønn annan.

Næmingarnir vóru tiknir við frá fyrstu løtu, og sluppu enntá sjálvir at dansa við - líka tilein telefon ringdi, og spilti øllum spælið.

Vit eru sera takksom fyri at fáa slíkar listarligar upplivingar inn í skúlan. Tær eru ikki bert undirhaldandi, men skapa eisini innihald í skúladegnum, og kunnu seta ferð á týdningarmiklar samrøður millum næmingar og lærarar.

27.10.2025
Tórshavnar Musikkskúli á vitjan.
24.10.2025
Nærveruvika
22.10.2025
Grannakaffi - tá øll hjálpa, ber alt til
16.10.2025
Hjartaliga vælkomin til Grannakaffi
10.10.2025
2. 3. og 4. flokkur hava flett
08.10.2025
Lesivikur