Tíðindi

Hjartaliga vælkomin til Grannakaffi

16/10-2025

Mikudagin 22. oktober kl. 10.00 – 11.30 bjóðar Hoyvíkar skúli til grannakaffi í Hoyvíkshøllini. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Grannakaffi í Hoyvíkar skúla – grannar, mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, gubbar og øll hini, sum hava hug til at vera saman við okkum til eina hugnaliga løtu, har vit stuðla Krabbameinsfelagnum.

  • Næmingarnir baka køkur og gera kaffi
  • Tit kunnu koyra pening í bússurnar hjá Krabbameinsfelagnum
  • Næmingarnir skipa fyri undirhaldi
  • Felagssangur
  • Signar í Homrum spælir nøkur løg
  • Sølubásur við heimagjørdum lutum frá næmingum

Allur stuðulin fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika
12.06.2026
Prógvhandanin í 9.flokki
10.06.2026
Felagsgongutúrur eftir Skipagøtu
21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027