Tíðindi
Grannakaffi - tá øll hjálpa, ber alt til
Tá øll samstarva, og stór og smá taka eitt tak, ber alt til. Tað sást týðiliga í dag, tá vit skipaðu grannakaffi í Hoyvíkar skúla.
Næmingarnir hava perlað, stoypt, klipt, seymað og bakað ymiskt til sølubásarnar. Foreldur og næmingar hava bakað til kaffiborðið, meðan lærarar og næmingar hava bryggjað kaffi, dekkað borð og hugnað um í høllini. Eisini fingu vit eina frálíka løtu við tónleiki og sangi; næmingar framførdu á klaveri, violin og sungu eisini fyri okkum. Lærarar spældu undir til felagssang, har øll sungu væl við, og Signar í Homrum sang eisini nøkur løg fyri okkum.
Tiltakið var leitt av næmingaráðnum í hádeild, sum loysti uppgávuna til fulnar.
Vit eru ómetaliga glað og errin av, at hava so nógv gott fólk rundan um okkum.
Tá vit á sinni greiddu frá, at grannakaffið skuldi stuðla Krabbameinsfelagnum, kendu nógv onkran, sum hevði verið raktur av krabbameini: ommur, abbar, langommur, gubbar, foreldur og onnur. Ein næmingur rætti hondina upp, og greiddi við tárum í eygunum frá, at hann júst hevði mist ein familjulim til hesa óhugnaligu sjúkuna. Krabbamein kemur nógvum nær, og tí eru vit ótrúliga takksom fyri at kunna stuðla hesum góða endamáli, og fyri at so nógv møttu upp at hjálpa og stuðla.
Takk fyri stuðulin og takk fyri løtuna.