Tíðindi

Góðan Læraradag

05/10-2025

Í samband við altjóða læraradagin hevði Hoyvíkar skúli boðið fráfarnum og fyrrverandi lærarum til drekkamunn fríggjadagin.

Vit fingu nógvar glaðar gestir, sum luttóku í morgunsangi, og sum fingu ein góðan drekkamunn og eitt prát omaná; eisini saman við núverandi lærarum. Garðvaktina hendan morgunin høvdu einstøk starvsfólk saman við næmingunum í 9.fl, sum tóku uppgávuna á seg við gleði.
Tað var stuttligt at síggja, hvussu glaðir gestirnir vóru fyri at koma á gamlar gøtur og serliga fyri at hitta starvsfelagar sínar aftur. Tað stuttligasta var tó at síggja, hvussu fegnir næmingar og fyrrverandi lærarar vóru at hittast aftur í skúlanum.
Vit takka fyri vitjanina og gleða okkum at halda læraradagin saman á hvørjum árið.

05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika
12.06.2026
Prógvhandanin í 9.flokki
10.06.2026
Felagsgongutúrur eftir Skipagøtu
21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027