Tíðindi

Valfepur

26/03-2026

Í Hoyvík hava vit fingið valfepur, og 7.a hevur arbeitt við veljarakanning í samfelagsfrøði og støddfrøði.

Týsdagin vóru næmingarnir í SMS, har teir spurdu fólk um tey fóru á løgtingsval og hvønn tey fóru at velja. Tey spurdu 194 fólk, og av hesum søgdu 183 seg ætla á løgtingsvalið, ein valluttøka á 94,3%. Í støddfrøði hava næmingarnir arbeitt við hagfrøði og sett tølini inn í talvur.

Sambært veljarakanningini verða tað Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum verða størstir við 7 umboðum í part. Tjóðveldið fær 6 umboð, Sambandsflokkurin fær 4 umboð meðan Sjálvstýrið, Framsókn og Miðflokkurin fáa hvør síni 3.

Vansar við kanningini eru at eingin valmøguleiki var at siga, at man ikki veit hvønn man velur, ella at atkvøða blankt. Tað hava fólk skrivað sjálv.

Men spennandi verður at vita hvussu væl kanningin passar.

05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika
12.06.2026
Prógvhandanin í 9.flokki
10.06.2026
Felagsgongutúrur eftir Skipagøtu
21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027