Tíðindi
9.b á námsferð í Keypmannahavn
Fyri stuttum var 9.b á námsferð í Keypmannahavn
Fyrst í skúlaárinum løgdu næmingaráðini í miðdeild og hádeild fram ynski um at fáa loyvi at skipa fyri námsferðum. Skúlastýrið og námsfrøðiliga ráðið gingu hesum ynski á møti, og skjótt varð farið undir bæði innsavning og planlegging í flokkunum. Tað er altíð spennandi hjá næmingunum at arbeiða saman móti einum felags máli.
Loksins slapp 9.b á námsferð, og tey høvdu eina framúr ferð. Leiðin gekk til Keypmannahavn við eini skrá, sum næmingar og lærarar høvdu lagt í felag, við tiltøkum sum skuldu stuðla fakligu menningini hjá næmingunum, so væl sum sosialu menningini og samanhaldið næminganna millum.
Á Christiansborg fingu næmingarnir innlit í danska fólkaræðið, tá tey sóu fólkatingssalin og hoyrdu um søguna hjá bygninginum og arbeiðið hjá politikarum.
Tey vitjaðu eisini Den lille Havfrue, har tosað varð um H.C. Andersen og hansara ævintýr.
Vitjanir av Marmorkirken, Amalienborg og Kastellet góvu næmingunum eina djypri fatan av søgu og mentan.
Í Experimentarium sluppu næmingarnir at royna seg sjálvir. Arbeitt varð við evnum sum mannakroppinum, veðri og náttúruvísindum, og var læringin bæði praktisk og stuttlig.
Hóast faklig læring er høgt í metum á námsferðini, hevur sosiala menningin eisini stóran týdning. Gjøgnum felags upplivingar, t.d. í Tivoli har Det Gyldne Tårn var eitt hitt, styrktist samanhaldið í flokkinum.
Kanalrundferðin gav næmingunum møguleika at síggja býin úr einum nýggjum sjónarhorni, og samstundis njóta løtuna saman. Á Dalle Valle savnaðust tey um góðan mat og hugnaligt prát. Hesar løturnar stuðla undir felagsskap og trivna, og eru kanska heilt serligar, nú næmingarnir ikki skulu ganga í flokki saman so leingi afturat.
Bæði næmingar og lærarar lærdu eina rúgvu, og vóru sera glaðir fyri ferðina.